Hósdagin handaði Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í menta- og útbúgvingarmálum, 18 lærarum prógv sum orðblindalærarar.
Lærararnir, sum hava fingið prógv, umboða fólkaskúlar, miðnámsskúlar og vinnuskúlar.
Útbúgvingin sum orðblindalærari gevur førleika at undirvísa unglingum og vaksnum sum eru orðblind, taka orðblindatestir og veita orðblindum ráðgeving og vegleiðing í brúki av nútíðar telduforritum.
Undivísarar hava verið Hans Pauli Christensen, skúlastjóri, og Winnie Christensen, serlærari frá Voksenskolen i Albertslund. Harumframt gestalærarar, sum hava serligan førleika á sínum øki.