Prísirnir eru kanska hækkaðir ov lítið

Stjórin í Fjarhitafelagnum sigur, at alt er farið fram eftir bókini – og at summi fara at fáa pengar aftur

Vit hava mett um støðuna og sett prísin eftir tí. Tað sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum. Sum vit skrivaðu í áðni, eru fleiri av teimum, sum fáa hita frá Fjarhitafelagnum, rættiliga misnøgd við at felagið hevur hækkað prísin í ár.

LES MEIRI UM TAÐ HER: Eru rættiliga misnøgd um stóra príshækking

Stjórin sigur, at prísurin á olju og prísurin frá fjarhitafelagnum fylgjast at. Hann vísir á, at tá ið korona fór at herja, lækkaði oljuprísurin nógv, men fram ímóti ársenda, hækkaði hann nakað aftur, og síðani er hann hækkaður enn meiri.

So tá ið gjøldini fyri í ár varð roknað út, varð mett, at prísirnir fara at vera eini 10 prosent hægri enn í fjør. Og stjórin leggur afturat, at sum gongdin hevur verið seinastu mánaðirnar, er príshækkingin kanska í lægra lagi.

Hinvegin er støðan eisini tann, at tey flestu av teimum, sum hava hita frá fjarhitafelagnum, kunnu vænta at fáa pengar aftur fyri árið í fjør.

Tá ið vit sótu ímóti ársenda í 2019 og mettu um gongdina í 2020, høvdu vit ikki væntað, at prísurin á olju fór at lækka so nógv í fjør, sum hann gjørdi. Tá ið árið í fjør verður gjørt upp í næstum, er sostatt væntandi, at tey flestu hava goldið ov nógv og sostatt fáa tey pengar aftur. Teir pengarnar kunnu tey fáa útgoldnar, ella teir kunnu javnaðar út á brúkið í ár, sigur Hans Christian Dam.

Men samstundis eru tað mong, sum fýlast á, at síðani tey fingu nýggjar málarar, er forbrúkið hjá teimum brádliga hækkað 30 – 40 prosent. Men stjórin í Fjarhitafelagnum er sannførdur um, at tað er eingin samanhangur ímillum tað at málarin er skiftur, og at nýtslan er hækkað.

– Tað er eingin munur á, hvønn málara, fólk hava. Hjá teimum flestu er brúkið rættiliga javnt, men hava fólk fingið boð um, at nýtslan er hækkað, er tað tí at hon er hækkað, sigur hann. Nýtslan kann verða hækkað, uttan at fólk hava givið sær far um tað, kanska tí, at tey hava staðið opin tí at eitt tak er skift, ella vindeygu eru skift, ella tí at tey hava inrættað kjallaran, ella okkurt annað.

Hann vísir á, at hinvegin er tað eisini hjá fleiri, at brúkið er lækkað, tí tey hava isolerað sær húsini, skift vindeygu, ella gjørt aðrar, orkusparandi ábøtur.