- At rinda 16 til 18 túsund krónur fyri koyrikort til prutl er púra burturvið sigur Henrik Old, landsstýrismaðurin á økinum.
Hann sigur, at um hugt verður eftir viðgerðini av lógaruppskotinum og viðmerkingunum, so er tað heilt greitt, at ætlanin var, at koyrikort til prutl skuldi bjóðast næmingunum í framhaldsdeildini. Tá hetta ikki eydnaðist, var farið undir at kanna møguleikan fyri at bjóða tað sum skeið í kvøldsskúlanum.
- Eftir kommunuvalið í heyst fingu vit tó boð um, at kommunufelagið ikki vóru við upp á at bjóða skeiðið í kvøldsskúlanum, sigur Henrik Old, sum tí má finna eina aðra loysn.
Hann sigur, at ein av orsøkunum til, at koyrikortið nú sær út til at gerast so dýrt, er at tímatalið fyri tey 16 ára gomlu er sett sera høgt. Alt ov høgt eftir hansara tykki.
Hann sigur, at landsstýrið heitl víst ætlaði, at koyrikortini skuldu bjóðast sum partur av framhaldsdeildini ella kvøldsskúlanum.
- Vit hava jú ein kvøldsskúla fyri at bjóða fólki tað, sum tey hava brúk fyri, sigur hann og vónar, at onkrir kvøldsskúlar í næstum fara at bjóða prutlkoyrikort.
- Tá verður sjálvandi ikki talan um túsundtals krónur, men nakrar hundrað krónur, sum kvøldsskúlin vanliga kostar, sigur hann.
Um ikki ein loysn verður fyri hesum, fer Henrik Old at leggja eitt nýtt uppskot fyri tingið, fyri at tryggja, at prísurin á koyrikortinum ikki verður so høgur.