Prísurin má ikki verða ein forðing

Tað er avgerandi, at tað koyrikortið til prutl er so bíligt, at tey ungu vilja brúka pengar upp á tað

Tað hevur sera stóran týdning fyri ferðslutrygdina, at koyrikortið til prutl ikki er so dýrt, at tey ungu bara fara at koyra við ongum koyrikortið ístaðin.

 

Tað halda tey í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd.

 

Seinastu dagarnar hevur tað elvt til kjak, at tað nú tað er komið í ljósmála, at eftir teirri nýggju lógini, sum er komin í gildi, fer tað at kosta einum ungdómi einar 18.000 krónur at taka koyrkort til prutl.

 

 

Les eisini: Hetta er tað grovasta samgongan hevur gjørt

 

 

Í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd halda tey, at tey, at tað er avgerandi, at tey ungu ikki lata vera við at taka koyrikort til prutl, tí tað er ov dýrt

 

Tey siga í dag, at tá ið farið varð undir tilgongdina at loyva 15 ára gomlum at taka koyrikort til lítið prutl, sum koyra 30 kilometrar um tíman, hevur tað alla tíðina ligið í kortunum, at tá ið tey tóku koyrikort, skuldu tey fáa undirvísing í teori og koyring.

 

 

Les eisini: Tað skal verða nógv bíligari

 

 

Fyri Ráðið fyri Ferðlsutrygd hevur tað alstóran týdning, at tey ungu fáa ein góða og trygga undirvísing, har frálæra í teori og koyrking er eitt krav, siga tey.

 

– Í Ferðslutrygd meta vit tað týdningarmikið, at tey ungu fáa hesa undirvísing og ikki mugu setast aftur av teirri orsøk, at frálæran og koyrikortið verður ov kostnaðarmikið, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd-

 

 

Les eisini: Prísurin er púra burturvið, sigur Henrik Old

 

 

Fyri at gera tað einfalt og bíligt at fáa koyrikort til lítið prutl, lá tað í kortunum, at skipa hesa undirvísing í fólkaskúlanum ella í kvøldskúlanum.

 

Hóast Kommunufelagið ikki tók undir við hesum, ber framvegis til hjá teimum kommunum, sum vilja,  at skipa fyri koyrivenjing og undirvísing í ferðslureglum. Treytin er, at lærarin hevur neyðugar fakligar og námsfrøðiligar førleikar

 

Vanliga kostar tað einar 300-400 krónur at ganga í kvøldskúla og kostar sjálvt koyrikortið 150 krónur, hevði tað sostatt kosta einar 500 krónur at tikið koyrikort í kvøldskúlanum heldur enn at rinda einum koyrilærarar fleiri túsund krónur.

 

Harumframt kemur so prísurin fyri fyrstuhjálparskeiðið, sum nú er eitt krav fyri tey, sum taka koyrikort fyrstu ferð.

 

Ráðið fyri Ferðslutrygd heldur seg vita, at tað eru kommunur, sum hava víst áhuga fyri at skipa fyri undirvísing av hesum slag, so  tey 15 ára gomlu kunnu taka koyrikort til lítið prutl.

 

Og verður hetta veruleiki, kunnu tey 15 ára gomlu taka koyrikort til lítið prutl undir tryggum og skipaðum viðurskiftum, og tað halda vit, er ein avgerðandi treyt fyri, at vit øll somul, kunna kenna okkum trygg í ferðsluni, siga tey í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd.