Próvtøka hjá hárfríðkarum

Mikudagin 22. apríl vóru sveinaroyndirnar lidnar á Stíl- & Sniðdeildini á Tekniska Skúla í Havn hjá seks næmingum. Royndirnar vórðu gjørdar týsdagin og mikudagin, og prógvini verða handað fríggjadagin.

Á myndini eru tær seks, sum gjørdu sveinaroyndirnar, og framman fyri tær eru modellirnar hjá teimum.


F.v.: Betty Ellen Hansen við Aleth sum modell, Davia Gertrud Petersen við Jónu sum modell, Hanna Guttesen við Evie sum modell, Marita Reinert Mohr við Maritu sum modell, Rebekka Lisberg við Vígdis sum modell, og Sunneva Myllhamar við Sólfríð sum modell.