Næmingar í eldru flokkunum eru komnir í klemmu, tí próvtøkan nærkast, og enn røkist einki fyri, at arbeiðssteðgurin í fólkaskúlanum fær ein enda.
Selmar Jacobsen, skúlastjóri, sigur, at vanliga verður byrjað at fyrireika seg til próvtøkur í mars. Skrivligu próvtøkurnar eru longu í maj.
Selmar Jacobsen sigur, at tær skrivligu próvtøkurnar kunnu fara fram, uttan at lærarar eru til staðar, men sjálvsagt verða ongar fyrireikingar í flokkunum.
Um lærararnir ikki eru aftur í skúlanum í juni, so verða ongar próvtøkur, tí til munnligu próvtøkurnar mugu lærarar vera til staðar.
Hóast Selmar Jacobsen ikki hevur framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla, so metir hann, at næmingarnir longu hava mist nógv.
Sankta Frans Skúli er meint raktur. Yngstu flokkarnir og teir elstu eru slopnir væl, men til dømis eru 2., 3. og 4 flokkar, ið bert hava 2 tímar um vikuna.
Umleið helvtin av lærarunum í Sankta Frans Skúla eru sáttmálasettir, so Selmar Jacobsen metir, at tað kanska bert er Hoyvíkar Skúli, ið er harðari rak