Enski dómarin Kevin Friend, sum skuldi døma dystin ímillum Tottenham og Stoke, sleppur nú ikki at døma dystin kortini.
Orsøkin er at Kevin Friend býr í Leicester, Kevin Friend er Bristol City fjeppari, men av tí at hann hevur verið til fleiri dystir hjá Leicester, sum áskoðari, sleppur hann ikki at døma dystin.
Leicester og Tottenham, sum liggja ovast í ensku Premier League, berjast um at vinna enska meistaraheiti, og tí vil Premier League stjórnin ikki at Kevin Friend skal døma dystin, skrivar enska heimasíðan Sky sports.
Kevin Friend skal ístaðin døma dystin ímillum Newcastle og Manchester City. Neil Swarbrick avloysir Kevin Friend, og dømir dystin millum Tottenham og Stoke, sum verður spældur mánadagin.