Premier League kann enda í úrtíð

Í løtuni eru fleiri Premier League feløg, í hava í huga at enda kappingarárið í úrtíð uttan at leika seinastu dystirnar, veit The Guardian at siga í dag.

Umboð fyri feløgini skulu hittast til fundar fríggjadagin, har greiða skal fáast á, hvør loysn skal fáast á kappingarárinum, sum framvegis stendur í hálvum gekki, nú koronakreppan hevur sett ein steðg fyri dystunum. Sum skilst er eitt av uppskotunum, at kappingarárið endar í juni, hóast ikki allir dystirnir eru leiktir.

Flestu liðini mangla framvegis at spæla níggju dystir, meðan fýra teirra mangla 10 dystir.

Sambært The Guardian er ein av størstu trupulleikunum - og ein av orsøkunum til, at fleiri av feløgunum taka undir við at enda kappingarárið í úrtíð - at nógvir sáttmálar ganga út um mánaðarskiftið juni-juli, og feløgini kunnu sostatt enda í teirri støðu, at tey standa við skerdum liði, skuldi kappingin hildið fram eftir juni.

Um uppskotið at enda kappingin í úrtíð kemur til atkvøðugreiðslu, siga viðtøkurnar, at í minsta lagi 14 av teimum 20 feløgunum skulu atkvøða fyri tí.

Tað er framvegis ikki greitt, hvat tað merkir fyri endaligu støðuna, skuldi kappingin enda í úrtíð. Liverpool liggur í løtuni á odda í Premier League við 82 stigum, heili 25 stig framman fyri City á øðrum plássi, ið hevur 57 stig.