Prestainnsetan í Hans Egede Kirkju

Borgny Brünings-Hansen tekur við sum prestur frá 1. juni 2016 fyri Føroyska Kirkjuliðið Sankta Ólavs í Keypmannahavn.

 

Borgny Brünings-Hansen hevur lisið gudfrøði á Lærda Háskúlanum í Århus. Síðan 2004 hevur hon verið prestur í Kolding próstadømi, fyrst sum lánsprestur í Seest og Nr. Bjert, og síðan sum sóknarprestur í Ødis og Seest sóknum.

 

Borgny er uppvaksin í Dali á Sandoynni. Hon er gift við Thomas, og saman hava tey tvey børn, Anna Dorthea og Johannes, ávikavist 12 og 8ár.

 

Borgny verður skipað í embætið av Holmens provst Ejgil Bank Olesen, sunnudagin 5. juni kl. 16:00 í Hans Egedes kirke - Vardegade 14 á Eysturbrúgv.