- Vit eru ikki komin á mál, men eru ávegis rætta vegin, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur. Í vikuni var aðalorðaskifti í hesum sambandi, har allir prestarnir tóku lut
Fyri skjótt fýra árum síðani varð umsitingin av fólkakirkjuni yvirtikin sum føroyskt málsøki. Tíðin var nú búgvin at meta um gongdina, so vit innan fimm ár frá yvirtøkudegnum hava eina heildarmynd av støðuni.
Til tess at fáa eina neyva mynd av kirkjuni, fer biskupur tí at skipa fyri einum breiðum aðalorðaskifti um kirkjulig viðurskifti. Alt tað kirkjuliga landslagið verður hoyrt og fær høvið at bera síni sjónarmið fram.
Aðalorðaskiftið byrjaði við prestunum. Orsøkin er ikki tilvildarlig, tí prestarnir eru tænastumenn, og møguligar bygnaðarligar broytingar ella tillagingar mega eyðvitað fráboðast røttu viðkomandi. Harafturat eru prestarnir hirðar hjá kirkjuliðnum og tess vegna serkønir í hugtakinum kirkja. Prestarnir eru fólkakirkjunnar fakfólk, tá talan er um læru og innihald, t.e. prædiku, gudstænastu og sálarrøkt.
- Í nógvar mátar er yvirtøkan vignast væl. Batar eru framdir á mongum økjum t.d. bústøðum og arbeiðsumstøðum prestanna. Viðurskiftini eru trygg og skipað. Vit eru ikki komin á mál, men eru ávegis rætta vegin, vísir bispur á.
Í heyst verður aðalorðaskiftið tikið uppaftur og víðkað. Tá verður hópurin væl størri. Afturat fyrisitingini og fyrisitingarligum ráðum kirkjunnar, verða umboð fyri kirkjuráðini og kirkjutænarar við til hetta orðaskiftið.