Prestur á Sælandi lagdur undir kynsligan ágang

Higartil hevur tann katólska kirkjan í Danmark hildið uppá, at eingin prestur, sum hevur gjørt seg sekan í kynsligum ágangi ímóti børnum og ungum, virkar í kirkjuni longur.

Men í dag greiðir ein maður Berlingske Tidende frá, at hann var fyri kynsligum ágangi frá einum presti fyri 30 árum síðani, og at tann presturin virkar enn í kirkjuni.

Berlingske Tidende hevur tosað við prestin, sum arbeiðir á Sælandi, men hann vil ikki siga nakað um skuldsetingarnar.

Nú eru 17 mál um, at katólskir prestar í Danmark hava framt kynsligan ágang ímóti børnum og ungum.