Prestur var oddamaður hjá yvirgangsbólki

Avstralsku myndug­leikarnir siga, at ein muslimskur prestur var oddamaður hjá yvirgangsmonnunum, sum eru ákærdir fyri at hava havt ætlanir um yvirgang í Avstralia

Avstralsku myndugleikarnir leingi hildið eyga við mus­limska prestinum Abdul Nacer Benbrika. Maðurin, sum er ættaður úr Algeria, men sum hevur búð í Av­stralia síðani 1989, hevur ongantíð dult fyri, at hann stuðlar muslimskum yvirgangsmonnum, og at Osama bin Laden er hansara stóra fyrimynd.
- Osama bin Laden er ein hetja, segði tann 45 ára gamli presaturin við avstralska sjónvarpið ABC fyri trimum mánaðum síðani.
Í gjár vórðu 16 fólk ákærd fyri at hava lagt ætlanir um yvirgang í Avstralia, og løtu seinni varð Abdul Nacer Benbrika tikin og ákærdur fyri at vera oddamaður hjá bólkinum. Tí hevur ákæru­valdið kravt, at hann skal sita í varðhaldi í tveir mánaðir, meðan málið verður kannað.
Í mars tóku avstralsku myndugleikarnir passið frá prestinum, so hann skuldi ikki sleppa av landinum, men hann lat seg ikki teppa. Nakrar mánaðir seinni segði hann,. at tað var trupult hjá muslimum at útinna sína trúgv í Avstralia, og hann sýtti fyri at viðurkenna av­­stralska lóg.
- Tað eru tvinnar lógir, tær avstralsku og tær islamsku, men tað eru tær islamsku lógirnar, sum vit eiga at breiða út, segði Abdul Nacer Benbrika í august.
Avstralski forsætis­ráð­harrin, John Howard, segði í gjár, at Benvrika umboðar bara ein lítlan minniluta av muslimunum í Avstralia. Fyri nøkrum mánaðum hitti Howard umboð fyri mus­limarnar, og tá var Benbrika ikki boðin við, skrivar Reuter úr Canberra.