Prestur vil hava teldu

Hann fær ríkiliga samsýning, heldur kirkjuráðsformaðurin í Norðoya vestara prestagjaldi

Tað er einki nýtt, at ringt samstarv er millum kirkjuráðið í Norðoya vestara prestagjaldi og sóknarprestin í Klaksvík. Soleiðis hevur verið í áravís.

Henda ósemja kemur týðliga til sjóndar í Norðlýsinum í gjár, har kirkjuráðsformaðurin ger viðmerkingar til greinina í blaðnum vikuna frammanundan, tá sóknarpresturi kærdi seg um, at kirkjuráðið er so pírið við hann.

Hvat ósemjan í veruleikan bygir á, fæst ikki at vita.

Í seinastu viku segði Niels Pauli Danielsen við Norðlýsið, at kirkjuráðið ikki vil játta honum skrivstovuútgerð, sum hann tí noyðist at gjalda sjálvur. Tað heldur Niels Pauli Danielsen vera órímiligt, og hann veit, at aðrir prestar fáa skrivstovuútgerð goldna av sínum kirkjuráðum.

Í Norðlýsinum í gjár svarar Christoffer Jensen, kirkjuráðsformaður, at sóknarpresturin fær ikki so lítið frá kirkjuráðnum. Hann fær veitingar fyri tilsamans umleið 75.000 krónur um árið, og Christoffer Jensen útgreinar hesar úteiðslur, skrivstovuhjálp, tilfar til skrivstovuhald og so gávur og bøkur.

- Tað var ikki tað, eg nevndi. Eg gramdi meg bara um skrivstovuútgerðina, tólini, sigur Niels Pauli Danielsen. Hann sigur, at hann hevur sjálvur verið noyddur at keypa og gjalda telefax, innlegging av telefon til skrivstovuhjálpina, og kopimaskinu. Teldu hevur hann keypt, og tað hevur kirkjuráðið klagað hann til bisp fyri.

Í grein síni nevnir Christoffer Jensen, at munur er á, tí presturin á Gjarðanesi hevur bara fingið tilsamans 9.000 krónur frá sínum fýra kirkjuráðum tilsamans í fimm ár.

Hetta er ikki so, sigur Jógvan Fríðriksson, sum er bangin fyri, at fólk skulu fáa fatan av, at kirkjuráðnini í Eysturoynni halda aftur við at lata presti pening.

- Kirkjuráðini hava týðuliga og greitt sagt, at eg skal siga frá, hvat mær tørvar. Eg havi fingið teldu og mangt slíkt sum ta upphædd Christoffer Jensen nevnir, í veitingum.

Christoffer Jensen nevnir annars í Norðlýsinum, at hann ikki stillar upp aftur til næsta kirkjuráðsval, sum verður 4. juni. Pappírsarbeiðið vekur, arbeiðið sum kirkjuráðslimur er ólønt, og tá byrokartiið vekur, hevur Christoffer Jensen hvørki orku ella hug til at halda fram.

Sum skilst eru tað fleiri kirkjuráðslmir kring landið, sum ikki vilja stilla upp aftur. Pappírsarbeiðið er vaksið, og nógvir bera ótta fyri, at tað verður verri enn, nú nýggjar lógir koma.