Magnus Gunnarsson
Við nýggja Primera hevur Nissan verksmiðjan gjørt alt fyri at sameina sportligar og komfortablar koyrieginleikar í einum elegantum bili. Bæði innan og uttan er nýggi Primera ein smartur bilur.
Sum nakað nýtt eru instrumentini í miðjuni á instrumentborðinum,og allar funktiónir eru í eini konsoll í miðjuni. Primera fæst í útgávunum: Visio, Acenta og Tekna. Tríggir bensinmotorar eru at velja í millum: 1,6 litur við 109 hk, 1,8 litur við 116 hk og 2,0 litur við 140 hk og ein 2,2 litur common-rail dieselmotorur við 126 hk. Primera kann t.d. leverast við fartpiloti, sum altíð heldur røttu frástøðuna til bilin sum koyrir frammanfyri. Bilurin kann eisini leverast við trinleysum CVT automatgirum har eisini ber til at skifta manuelt. Primera verður gjørdur sum sedan, hatchback og stationcar.