Tá ið eg á sinni alment váttaði hetta, var tað ikki bert hugsað, men av royndum, tí vit mitt í einum skúlaári høvdu skift frá danskari til føroyska skúlabók og eg sum lærari upplivdi, hvussu lív kom í næmingarnar: teir fingu nýggjan áhuga og fatan av evninum. Síðan havi eg mangan upplivað, hvussu ilt næmingar hava havt við at ogna sær innihaldið í læribókum, av tí at tær vóru orðaðar á donskum (umframt møgulig onnur brek).
At henda ásannan skal hava nakað samband við tað, at eg eri tjóðveldismaður, ella at onnur ikki skulu góðtaka hana, um tey eru javnaðarfólk, so sum Jóannes Eidesgaard tvíheldur, hevur valla komið mær til hugs. Men rímiliga er tað í báðum førum nakað um at tora at hóma veruleikan, sum hann er.
Jeffrei Henriksen