Primitivur lokalpolitikkur

Tíðargrein:

Politiskir rossahandlar eru nú blástemplaðir í Føroyum. Tað er eftir øllum at døma í lagi at ála almennar stovnar sundur og flyta teir har, ið atkvøðurnar liggja og bíða. Ikki eina ferð hevur nakar spurt tann mest relevanta spurningin: hvat er best fyri borgaran, bíligast og effektivast fyri samfelagið?
Lokalpolitikkurin í Føroyum er nú blástemplaður. Hann er politiskt korrektur. Tað er nú púra í lagi at brúka ognirnar hjá okkum øllum til egnan politiskan fyrimun.
Hetta kann staðfestast eftir orðastríðið um, hvar tann nýggi samanlagdi sjúkrakassin, Heilsutrygd, skal hava heimstað.

Rossahandil um Heilsutrygd?Opið stríð brast á, samstundis sum landsstýrismaðurin í heilsumálum úr Javnaðarflokkinum almannakunngjørdi, at Klaksvík er heimstaðurin hjá Heilsutrygd.
At landsstýrismaðurin sjálvur er úr Klaksvík, var sakini púra, púra óviðkomandi, vissaði hann fjølmiðlarnar um. Og hann slapp avstað við hesi frágreiðing.
Uttan at blúgvast komu politikarar kropp á kroppi fram og greiddu frá einum rossahandli, ið varð gjørdur longu frammanundan, at samgonguskjalið varð skrivað. Hesin rossahandil skuldi virðast, skiltist.
Eisini hesum sluppu teir avstað við.

Lokalpolitisk flyting av TAKS
Nýtt stríð kyknaði, tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum eisini er formaður í Javnaðarflokkinum, almannakunngjørdi, at nú skal ein deild hjá TAKS leggjast í Klaksvík.
Um orsøkina hví, TAKS skal flytast úr Eysturoy, er enn ongin verulig frágreiðing komin.
At ein politisk lokal- og flokspolitisk ætlan man liggja aftanfyri, er sjálvandi púra, púra burturvið at hugsa. Ella hvussu?
Mítt boð er, at eisini landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sleppur avstað við síni ætlan.

Hvat er best fyri brúkaran??Spurningurin, ið ongin – heldur ikki fjølmiðlarnir – hevur tikið upp á tungu í allari hesi lokal- og flokspolitisku suppuni, er: hvat er best fyri brúkaran?
Er tað best fyri tey ovurhonds nógvu fólkini, ið skulu brúka Heilsutrygd, at stovnurin verður lagdur í Klaksvík? Er tað t. d. best fyri tey, sum búgva í Suðuroy? Kann hugsast, at tað er brúkaravinaligari fyri meginpartin av brúkarunum, at samanlagdu sjúkrakassarnir fáa heimstað onkra aðrastaðni?
Hvussu við TAKS? Liggur nøkur fornuft aftan fyri ætlaðu flytingina? Veitir hon teimum nógvu brúkarunum fyrimunir?
Og kostnaðurin: hvat er skilabest, sæð úr fíggjarliga sjónarhorninum? Hvat við at lagt stovnar aftat verandi, so sleppast kann undan óneyðugum dupultfunktiónum?
Kanska kundi onkur eisini spurt: hví skulu politikarar halda á at gera av, hvar hesin ella hasin almenni stovnurin skal liggja? Hví verður tann avgerðin ikki tikin á einum ópolitiskum og objektivum grundarlag?
Eg sakni eitt útspæl frá óheftari og fakligari síðu.

Samkensla og tol eru uppi
Álvaratos, mong munnu hugsa sítt.
Hvat bagir teimum í Javnaðarflokkinum, sum seta henda sjónleikinum upp? Er desperatiónin veruliga so stór, at borgarin og skattgjaldarin skal undirmetast so út um alt mark?
Sjálvandi er stórt spell, at toppurin í Javnaðarflokkinum hevur mist sambandi við breiða veljaraskaran, men nú gerst hetta ov primitivt. Nú fara skattgjaldarar og brúkarar – tey, ið skulu gjalda fyri lokal- og flokspolitisku stuntini – at missa bæði samkenslu og tol.

Sjúklingurin Føroyar
Meðan politikkurin verður drigin niður á hitt mest primitiva støðið, er standurin í landinum óhugnaligur. Samfelagið er væl ávegis at bløða út! Tað tykist, sum ongin við ábyrgd hevur tamarhald á almennu útreiðslunum, og samstundis verða inntøkurnar skerdar.
Tí eru tvær – og bert tvær – høvuðsuppgávur í føroyskum politikki í dag: bløðingin skal steðgast, og sjúklingurin má hava tilført nýtt.
Bløðingina steðga vit við at gevast við lokalpolitiskum ørvitissprellum sum t.d. at spjaða almennar stovnar kring alt landið. Tvørturímóti skulu vit hugsa rationelt og innrætta okkara almenna sektor rationelt og bíliga. Og vit mugu gevast at skerja tryggar inntøkur sum t.d. Ríkisveitingina.
Meira nering til sjúklingin fáa vit við at skapa fleiri inntøkumøguleikar: størri part av dýra uppisjóvarfiskinum, lata arbeiðsmarknaðin upp, burtur við forðingum fyri okkara vinnulív, inn í ES og á europeiska marknaðin at tjena veruligar pengar.
Møguleikarnir liggja opnir fyri okkum. Tað krevst bara pollittiskt dirvi at taka teir!
Krónur og oyru byggja okkara land og fíggja okkara vælferð. Ikki stríð um, hvar hesin ella hasin almenni stovnurin skal liggja, so summi kunnu fáa atkvøðurnar upp á pláss til komandi val.