Nú er tað kunngjørt, at danska BASSIDA ( Ida Kristine Nielsen) skal spæla teir djúpu tónarnar á Europaferðini hjá Prince í heyst.BASSIDA er ikki heilt ókend í Føroyum. Hon hevur spælt saman við Mariu Guttesen og hevur útgivið sína solofløgu ?Marmelade? í plátufelagnum TUTL.
?Vit hava merkt ein vøkstur í eftirspurninginum á fløguni? sigur Kristian Blak. Spurdur hvat hettar kann merkja fyri TUTL sigur Kristian, ?at dreymurin fyri eitt hvørt plátufelag er, at ein útgáva strýkur til topps um allan heimin. Tann møguleikin er so svinnandi lítil, tað er, sum at vinna í lotto, tað skal bæði eydna og íløga til.
Dreymin um stóra gevinstin hava vit sjálvandi, men vit sita ikki við hondum í favn og bíða eftir tí. Vit arbeiða eftir einari útfluttningsætlan sum eitur TUTLtouring. Hon merkir í stuttum, at vit hava lagt okkum eftir at hava eitt fjølbroytt útboð at útgávum og kanska serliga at umboða ymsar nissjur. Umframt tað, hava vit uppbygt eitt net av agentum runt um í Europa. Hetta hevur givið avkast, tí herfyri seldu vit ?HELJAREYGA? til Týsklands. Seinastu tvey árini hava vit selt leasingavtalur bæði av BUDAM, ORKA og Dánjal?
-Vit hava ikki fingið nakra áheitan frá plátufeløgum uttanlanda um leasingavtalu av fløguni hjá BASSIDU, men vit bíða í spenningi, sigur Kristian Blak at enda.