Prinsessubrúdleyp í Svøríki

Svenska kongshúsið boðaði í dag frá, at Victoria krúnprinsessa skal giftast við Daniel Westling, sum hon hevur gingið saman við síðan 2002

Tað hevur leingið verið at væntandi, at svenska konsgshúsið fór at boða frá brúdleypi millum Victoriu krúnprinsessu og ikki-kongaliga fitness-venjaran Daniel Westling.

Enn er ógreitt júst nær og hvar brúdleypið verður, men helst verður tað í Storkyrkan í Gamla stan í Stockholmn, har Carl Gustaf kongur og Silvia drotning vórðu gift 1976.

Krúnprinsessan er 31 ára gomul og Daniel Westling 35. Tá tey eru gift, verður hann prinsur og fær titulin ?hertogi av Västergotland?, skriva svenskir miðlar í dag.