- Hetta snýr seg um vit skulu hava ein tunnil ella ikki. Og verður hann ikki privatur, so verður eingin tunnil.
Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, nú løgtingið í dag fer undir at viðgera tunnilsuppskotið hjá landsstýrismanninum, umframt trý onnur tunnilsalternativ frá ávíkavist Tjóðveldi/Javnaðarflokkinum, Framsókn og Janusi Rein.
Fjórða alternativið frá Bárði Nielsen og Bjarna Djurholm er enn ikki komið í løgtingið, men skal fyrst viðgerast í samgonguni.
Meðan hini trý eru frá andstøðuni, so vekir uppskotið frá Bárði Nielsen og Bjarna Djurholm ans. Tí her er talan um at tveir samgongulimir mæla til almenna tunnilsloysn, samstundis sum teirra landsstýrismaður er komin í tingið við privatari tunnilsloysn.
Kári P. Højgaard sigur soleiðis um tunnilsuppskotið frá sínum samgongufeløgum:
- Tí tá eitt uppskot sum hetta kemur, so er tað tí, at hildið verður, at tað arbeiði, sum landsstýrismaðurin, ið hevur ført samráðingarnar, ikki er nóg gott. Og verður mín loysn vrakað av løgtinginum, so havi eg ein trupulleika, sigur Kári P. Højgaard við Sosialin.
Hvat kemur tað at merkja fyri teg sum landsstýrismann?
- Eg haldi ikki, at tann spurningurin kann svarast, fyrr enn løgtingið hevur tikið støðu í málinum, sigur Kári P. Højgaard.
Tingfundurin byrjar klokkan 09:30
Tú kanst siga tína hugsan ovast á breddanum á forsíðuni á in.fo – úrslitið SÆST HER
Lesið eisini: Quick-poll: Tað almenna skal gera tunnilin