12. september er tiltikin dagur í føroyskari landsliðssøgu. 17 ára dagin fyri minnisríka avrikinum í Landskrona sigur skráin, at Føroyar skulu spæla EM undankappingardyst í Litava.
Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, sum fyri stuttum saman við FSF skrivaði undir samstarvssáttmála fyri tvey tey næstu árini, hevur síðstu vikuna verið á flatlondum og fylgt føroyskum landsliðsspælarum.
Hann hevur sæð onkrar av dystunum hjá U-19 landsliðnum, sum hevur luttikið í Lyngby Cup, og hann hevur sæð onkrar av dystunum hjá U-17 landsliðnum í NM kappingini, sum hevur verið í Jyllandi.
Størsta áhugan fyri teir fýra EM undankappingardystirnar, sum Føroyar skulu spæla í heyst, hevur tað, at venjarin hevur verið eygnavitni, tá ið útisetarnir á landsliðnum hava roynt seg. Nú hann er á veg til hús aftur, er venjarin væl nøgdur við, at landsliðsspælararnir í superliguni eru nógv á vøllinum.
Tað ber við sær, at teir eru í betri dystarvenjing, enn teir vóru í fjør og í vár, tá ið bæði Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen vóru nógv skaddir. Og tað ber aftur við sær, at fyritreytirnar hjá landsliðnum verða uppaftur betri. Tað sigur seg sjálvt, at spælarar, sum fleiri ferðir hvørja viku spæla á hægsta støði í Danmark, eru upplagdir lyklaspælarar á føroyska landsliðnum.
- Christian Lamhauge Holst hevur ment seg til at vera ein av lyklaspælarunum í Lyngby, har hann er arkitektur aftanfyri álopsspælið. Lyngby venjarin, Kasper Hjulmand, sigur seg eisini vera væl nøgdan við tað, sum Tem Hansen vísir undir venjing. Men tað tekur sína tíð at venja seg við ferðina og umstøðurnar annars, tá ið man er fluttur frá Fremad Amager, sum var botnlið í 1. deild, og so til eitt superligufelag, sigur Jógvan Martin Olsen, sum sunnudagin var í Fredericia og sá AaB við Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen á liðnum spæla:
- Tað er stór kapping um plássini, og tað sigur ikki so lítið, at bæði Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen hesa ferð vóru ímillum teir fyrstu ellivu. AaB venjarin, Erik Hamrén, sigur, at nógvu dystirnir gera, at teir fáa brúk fyri nógvum spælarum. Eg haldi, at Jón Rói Jacobsen var mest eyðsýndur av teimum fýra í aftastu AaB ketuni sunnudagin. Jón Rói tykist vera rættuliga væl fyri.
Og hvat sigur tú um Súna Olsen?
- Hann var á vøllinum inntil í 68. minutti. Súni vísti fínan hugburð, og eg ivist onga løtu í, at hann fer at fáa so mikið nógva spælitíð, at eisini hann verður í góðari dystarvenjing, tá ið landsliðið aftur skal í eldin, sigur landsliðsvenjarin.
Símun stóran leiklut
Tvey tey seinastu árini hevur Símun Samuelsen átt stóran leiklut á liðnum hjá Keflavík. Men hóast hann ferð eftir ferð verður kosin at vera millum teir bestu og tann besti, so hevur hann higartil ikki megnað at vunnið sær fast pláss á landsliðnum.
Hóskvøldið sá Jógvan Martin Olsen Keflavík spæla í UEFA Cup í Herning ímóti FCM.
- Símun Samuelsen hevur lyklaleiklut hjá Keflavík. Hann er ytstur á miðvøllinum í vinstru. Tá ið teir fara í álop, er hann hangandi aftanfyri teir fremstu. Luturin hjá honum er at skera inn í vøllin, og tað ber ofta við sær, at hann er at finna í plássum, har hann er rættuliga vandamikil og harvið skorar fleiri mál.
Enn hevur hann ikki vunnið sær fast pláss á landsliðnum?
- Símun er mest sum sjálvskrivaður í hópinum, og hann er alla tíðina við í myndini. At hann ikki hevur sama leiklut á landsliðnum, sum hann hevur í Keflavík kemst av, at vit spæla øðrvísi, enn Keflavík spælir. Tað er neyðugt hjá okkum at spælararnir í borðunum hava størri leiklut í verjuspælinum, enn Símun hevur tað á íslendska liðnum, sigur Jógvan Martin Olsen.