Progressivt og hjartanemandi

Ein hjartanemandi søga, ein greiður ella brutal erligheit. Hetta eru lyklaorðini aftan løgini hjá bólkinum Moby The Pink Pilot.

Bólkurin, sum er rættiliga nýggjur á føroyska tónleikapallinum, spælir progressivan rokk við íblástri frá bólkum sum Pink Floyd, Radiohead og Muse.

Moby The Pink Pilot vann tónleikakappingina FM08 og verða nú eisini at hoyra á ársins Summar Festivali. .

 

Bólkurin er mannaður soleiðis:

Fróði Hansen - Sang og trummur

Mattias Kapnas - Orgul

Petur W. Háberg - Bass og sang

Bartal Augustinussen - Gittar