Skiparin á russiska farmaskipinum Sunny Maria skal sita ein mánað í fongsli í Danmark, tí hann var drukkin, tá hann stýrdi skipi sínum norðan fyri Sjælland í gjárkvøldið.
Donsku myndugleikarnir varnaðust, at skipið sigldi ikki ta vanligu leiðina, tá tað kom tvørtur um Kattegat. Fleiri royndir at fáa samband við skipið góvu einki úrslit, og løgreglan setti tí menn umborð. Tað vísti seg, at skiparin var so fullur, at hann orkaði ikki blása í alkoholmátaran, so hann bleiv handtikin og fluttur í land. Danskir fjølmiðlar skriva, at skipið hevði beina kós á land í Norðursjællandi, tá løgreglan kom umborð.
Ein blóðroynd vísti, at promillan hjá tí russiska skiparanum var 2,72. Tá skiparin hevur sitið dómin, verður hann vístur úrDanmark.