Tað er eitt væl mannað HB lið í næstbestu deildini, sum klokkan 15.30 fer á ovara vøll í Gundadali, har FC Suðuroy er mótstøðuliðið.
Seint seinnapartin í morgin fær besta HB liðið vitjan av 07 Vestur. Soleiðis sum næstbesta liðið er mannað í dag, eru tað ábendingar um, at venjarin ætlar at broyta uppstillingina á miðvøllinum á besta liðnum, nú Heðin Hansen er tøkur aftur.
Í dag er Michal Przybylski millum teir fyrstu ellivu á næstbesta liðnum. Pætur J. Petersen, sum leingi hevur verið skaddur, er eisini millum teir fyrstu ellivu, og tað er Samuel Johansen Chukwudi eisini.
Millum teir á HB beinkinum í dag eru Stefen Radosavljevic og Áki Debes Samuelsen.
Fyrsta bríksl er klokkan 15.30 og ikki klokkan 14, sum tað var skrivað her á síðuni fyrr í dag.