Public Service broytir einki

-Føroyingar koma ikki sum so at merkja nakrar broytingar hjá Kringvarpinum, hóast Public Service sáttmálin er undirskrivaður, sigur Helena Dam á Neystabø. Fyrrapartin í dag bleiv Public Service sáttmálin undirskrivaður. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í Mentamálum, Rúni Heinesen, formaður í stýrinum fyri Kringvarpinum og Annika Mittún Jacobsen, stjóri í Kringvarpinum skrivaðu undir.

-Endamálið við Public Service sáttmálanum, er at áseta hvørjar uppgávur Kringvarpið skal røkja, sigur Helena Dam á Neystabø.

Men føroyingar koma ikki at merkja hendan sáttmálan, sum leingið hevur verið ávegis.

-Føroyingar koma ikki at merkja nakrar broytingar sum so í Kringvarpinum, sigur Helena Dam á Neystabø.

Endamálið við sáttmálanum, sambært landsstýriskvinnuni, er at geva politiska myndugleikanum eitt amboð til at seta krøv til Kringvarp Føroya.