Public Service i Føroyum

Um vikuskiftið varð skipað fyri skeiði í public service fyri føroysku fjølmiðlarnar. Tað var Nordvision, sum skipaði fyri. Millum onnur fólk, sum vóru til staðar, var generaldirektørurin í Danmarks Radio, Christian S. Nissen.
Ymisk evni viðvíkjandi public service vórðu tikið upp, millum annað ein ávís tvístøða hesum viðvíkjandi: Samfelagið og staturin gjalda fyri føroyskt útvarp, so hvussu sleppa vit undan einum statsradio? Men hinvegin, hvussu tryggja vit óheftni, soleiðis at útvarpið ikki verður ein "statur í einum stati?"
Ferðalagið við generaldirektørinum í Danmarks Radio fór aftur til Danmarkar sunnumorgunin.

hkm