Fríggjadagin legði Helena Dam á Neystabø legði fríggjadagin fram uppskotið um public-service sáttmála við Kringvarp Føroya. Í morgin fer løgtingið at umrøða sáttmálan Á tíðindafundi í Norðurlandahúsinum seinasta fríggjadag legði Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, alment fram uppskot um Føroya fyrsta public service-sáttmála millum Mentamálaráðið og Kringvarp Føroya. Aðalorðaskifti verður í Løgtinginum um uppskotið mikudagin 25. november 2009 kl. 9.
Ein tílíkur sáttmáli tilskilar, hvørjar skyldur almennu loftmiðlarnir hava mótvegis Føroya fólki. Hesar skyldur nevna vit public service-skyldur, sum í stuttum merkir, at Kringvarpið virkar í fólksins tænastu ella skal tæna borgarunum, ið rinda kringvarpsgjald afturfyri.
Public service-hugtakið er sera breitt, og tí er í kringvarpslógini ásett, at landsstýriskvinnan, sum um¬boð fyri løgtingið og fólkið, kann raðfesta og tryggja ávísar nærri allýstar public service-skyldur í einum tíðar¬avmark¬aðum sáttmála. Ásett er eisini, at Løgtingið skal hava høvi at umrøða sáttmálauppskotið.
Í fyrsta 4 ára tíðarskeiðnum frá 2010 - 2013 er m.a. raðfest fleiri sendingar til børn og ung, fleiri mentanar- og kjaksendingar, betri tænastur til fólk, ið bera brek (sjón- og hoyriveik) og miðað verður ímóti at styrkja føroyska málið.
Í einum framløguskrivi vísir landsstýriskvinnan á, at tað er umráðandi, at Løgtingið viðger og tekur støðu til nøkur grundleggjandi viðurskifti í sambandi við virkismøguleikar Kringvarpsins:
? Kringvarpsgjald
? Sponsorering
? Lýsingarinntøkur
? Leiðslubygnaður og tíðindaeindir
? Sendinet
? Miðlasavn
? Hølisumstøður.
Landsstýriskvinan vónar, at orðaskiftið á tingi um sáttmálan kann virka við til, at vit fáa eina breiða politiska semju um teir fíggjarligu, bygnaðarligu og tøkniligu karmar, sum Kringvarp Føroya skal virka undir komandi árini.