Hóast tilgongdin hevur verið bæði long og trupul, so varð eitt virðiligt punktum sett fyri nógva umtalaða Leirvíkarvegnum leygardagin, sum nú alment bert heitið "Fjøruvegur".
Fleiri hundrað fólk vóru komin saman mitt í bygdini í Leirvík, tá fyrst Klaksvíkar Hornorkestur spældi nøkur løg, Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, bjóðaði vælkomin og greiddi frá arbeiðinum, eins og Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, nýtti høvið at líta aftur á truplu tilgongdin og klipti snórin.
Síðani koyrdu motorsúkklur frá MC felagnum í Eysturoy eftir nýggja vegnum við rennarum í hølunum, og í hølunum á teimum koyrdu brandbilar.
Síðani varð farið í bátasavnið, har Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, helt røðu, og vartað varð upp við øllum góðum.