Kanada heldur, at Russland átti ikki at sloppið á G20 toppfundin millum fíggjarmálaráðharrar, tí kríggið í Ukraina legði ein skugga yvir toppfundin.
Teir tveir dagarnar, sum fundurin vardi, royndu fíggjarmálaráðharrar at finna loysnir á mat-og orkukreppuni í heiminum, samstundis sum teir løgdu Russland undir at gera trupulleikarnar størri.
- At bjóða Russlandi til toppfundin var sum at bjóða einum brennivargi á fund við sløkkiliðsfólk, sigur kanadiski fíggjarmálaráðharrin, Chrystia Freeland.
##med2##
Hon vísti á, at Russland einsamalt er orsøkin til - og hevur ábyrgdina av - ólógligu innrásini í Ukraina, eins og landið hevur ábyrgdina av teimum avleiðingum, sum allur heimurin nú líður undir.
Kanadiski fíggjarmálaráðharrin segði, at luttøkan hjá Russlandi á G20 toppfundinum er óhóskandi og høpisleys. Hon legði aftrat, at russisku teknokratarnir, sum arbeiða við at fíggja kríggið, er líka so sekir sum generalarnir á hermótinum.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi.