Fótbóltsliga kunnu russarar lyfta høvdið høgt í hesum døgum. Teir skipa fyri einum tí mest væleydnaða HM-endaspælinum nakrantíð, og teirra landslið fall við stórari æru ímóti sterka kroatiska liðnum aftaná brotssparkskapping í fjórðingsfinaluni.
Talan er um besta russiska HM-úrslitið síðani gamla Sovjetsamveldið rakk HM-hálvfinaluni í 1966.
Russiski forsetin, Vladimir Putin ringdi til russiska landsliðsvenjaran, Stanislav Cherchesov tíðliga í dag fyri at ynska honum góða eydnu við dystinum.
Aftaná minniligu fjórðingsfinaluna har russarar stríddust manniliga og taptu aftaná brotssparkskapping 5-6 ímóti Kroatia ringdi Vladimir Putin aftur til Stanislav Cherchesov: - Vladimir Putin ringdi til mín fyri at ynska okkum hjartaliga tillukku við einum góðum dysti. Eg segði við forsetan, at vit vóru vónbrotnir, men hann segði, at tað skuldu vit ikki verða, men heldur hugsað frameftir, segði Stanislav Cherchesov við russiskar miðlar aftaná minniliga dystin.
Talsmaðurin hjá Vladimir Putin sum eitur Dmitry Peskov sigur við russisku tíðindastovuna Interfax: - Putin sá dystin og hann heppaði á russiska liðið. Vit taptu ein góðan og rættvísan dyst. Dmitry Peskov sigur, at Vladimir Putin heldur russisku spælararnar verða tjóðarhetjur, ið vóru til reiðar at doyggja fyri móðirlandið á vøllinum.