Putin lovar at verja Russland móti øllum avbjóðingum

Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur, at Russland fer at tryggja trygdina í landinum og vinna á øllum avbjóðingum, sum landið stendur yvirfyri.

Vladimir Putin segði á flokstingi hjá Sameinda Russland, at landið fer at vinna á teimum avbjóðingum, sum tað stendur yvir fyri

Hann segði hetta í røðu á flokstinginum hjá stjórnarflokkinum Sameinda Russland sunnudagin.

 

– Vit fara uttan iva at vinna á øllum teimum avbjóðingum, sum vit standa yvir fyri í dag, eisini yvirgangsatsóknum á okkara øki og móti okkara undirstøðukervi, segði Putin sambært AFP.

 

Úttalilsið kemur, meðan Ukraina hevur økt um talið á atsóknum móti málum inni í Russlandi sum partur av krígnum.

 

Vladimir Putin segði á flokstingi hjá Sameinda Russland, at landið fer at vinna á teimum avbjóðingum, sum tað stendur yvir fyri