Putin stolið fyri 47 milliardir frá Carlsberg

Carlsberg hevur milliarda hall eftir at bryggjaríið er farið úr Russlandi. Hallið er 40,8 milliardir krónur

Tað hevur sett síni spor í roknskapin hjá Carlsberg, at russiska stjórnin hevur stolið russisku deildina av bryggjarínum. Tað kostar felagnum góðar 40 milliardir krónur Mynd: Ilya Naymushin/Reuters/Ritzau Scanpix

Carlsberg mátti í summar lata sær lynda, at russiski staturin tók yvir russiska dótturfelagið hjá Carlsberg, Baltika, og eingin vón er um, at Carlsberg nakrantíð fær bryggjaríið aftur.

Tí hevur felagið gjørt eina risastóra niðurskriving. Tilsamans er rokning fyri stuldurin hjá Putin upp á meira enn 47 milliardir krónur, og tað sæst á botnlinjuni hjá felagnum.

Carlsberg-roknskapurin fyri 2023 er almannakunngjørdur í dag, og tað vísir eitt úrslit eftir skatt upp á minus 40,8 milliardir krónur.

Um sæð verður burtur frá Russlandi, so er umsetningurin vaksin eitt sindur til 73,6 milliardir krónur, sum er úrslti av, at Carlsberg hevur selt 101 milliónir heltolitrar av øli og 24 hektolitrar av øðrum drekkivørum.

/ritzau/