Putin til Danmarkar

Í morgin kemur russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, til Danmarkar á almenna vitjan. Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, og Margretha drotning taka ímóti gestinum. Í 2002 skuldi Putin, sum tá var russiskur forseti, koma til Danmarkar at vitja, men hann avlýsti ferðina, tí útlagnir kekenar sluppu at halda eina ráðstevnu í Keypmannahavn.

Í dag er Putin forsætisráðharri og Dmitrij Medvedev forseti, men tað er lítil ivi um, hvør teirra hevur meiri at siga í Moskva.

Viðurskiftini millum Danmark og Russland batnaðu nógv beint undan veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn í 2009. Tá tosaði Lars Løkke Rasmussen við Putin, og seinni hitti hann Medvedev á ST-fundi í New York.