Tað var í einari sjónvarpssending fyrrapartin, at Vladimir Putin viðgekk, at Russland hevði sent hermenn inn í ukrainska landslutin Krim undan fólkaatkvøðuni har í síðsta mánað.
Higartil hava myndugleikarnir í Moskva blankt avsannað, at russiskir hermenn vóru á Krim tá. Teir hava hinvegin hildið uppá, at talan var um lokalar sjálvverjudeildir, hóast útlendskir fjølmiðlar ferð eftir ferð hava sagt, at talan var um menn úr russiska herinum.
Í sjónvarpssendingini í morgun viðgekk Putin, at Russland hevði sent hermenn til Krim fyri at hjálpa teimum lokalu sjálvverjudeildunum.
-Endamálið var at tryggja, at tað bar til at halda fólkaatkvøðuna. Okkara hermenn stóðu aftan fyri tær lokalu sjálvverjudeildirnar, og teir bóru seg professionelt at, segði russiski forsetin í sjónvarpinum.
Í dag verður fundur í Genéve millum umboð fyri Russland, Ukraina, ES og USA um støðuna í Ukraina.