Pytlick satsar uppá ungu spælarnar

Venjarin hjá danska kvinnulandsliðnum hevur tikið út sjey debutantar til EM-endaspælið, sum byrjar í morgin

Hondbóltur

 

Danska kvinnulandsliðið, sum fór frá sigur til sigurs báðumegin aldarskiftið, hevur verið í aldudalinum seinastu árini. Jan Pytlick gavst, sum landsliðsvenjari í 2005, men nú stendur hann aftur á odda fyri donsku kvinnunum, sum skulu spæla ímóti Fraklandi í fyrsta dystinum í EM-endaspælinum. Dysturin byrjar kl. 19.15 í annaðkvøld. Hini liðini í innleiðandi bólkinum eru Rumenia og Ungarn. Jan Pytlick stóð á odda fyri danska liðnum, sum vann olympiskt gull í Sidney í 2000, og í Athen í 2004. Pytlick vann eisini evropameistaraheitið við donsku kvinnunum í 2002. Harumframt vann Pytlick silvur til EM-endaspølini í 1998 og í 2004.

Jan Pytlick hugsar ógvuliga langsiktað, tí hann hevur tikið út heilar sjey spælarar, sum ikki hava roynt seg í einum OL, HM ella EM-endaspælið fyri A-landslið áður. Gitte Aaen, Lotte Grigel, Lærke Møller, Camilla Dalby, Maibritt Kviesgaard, Susan Thorsgaard og Christina Pedersen koma allar at taka lut í sínum fyrsta endaspæli fyri A-landslið.

Mest spennandi av hesum nýggju spælarunum er playmaker-duettin, Lotte Grigel og Lærke Møller, sum eru ávikavist 17 og 19 ára gamlar. - Eg kenni ikki nakað trýst á okkum. Vit hava jú Katrine Fruelund og Rikke Skov á vinstra bakki, sum kunnu stuðla okkum sigur LotteGrigel við danska TV 2.

Pytlick hevði ikki rúm fyri tí rutineraðu Mette Sjøberg. Ikast-Brande spælarin hevur havt trupuleikar við rygginum seinastu mánaðarnar.