QPR vil hava Figo

Enska blaðið Main On Sunday vil verða við, at Queens Park Rangers í fleiri vikur hevur havt samráðingar við Luis Figo um, at hann skal spæla við felagnum næsta kappingarár

Í løtuni spælir 35 ára gamli Figo við Inter, men sáttmálain gongur út í summar. Sagt verður, at antin fer Figo til USA at spæla ella fer hann enska felagið QPR.