Quick Poll: Als eingin Skálafjarðartunnil

Meðan løgtingslimir í allan dag hava kjakast um, hvussu ein undirsjóvartunnil millum Streymoynna og Eysturoynna skal gerast, so vísir ein veljarakanning her á síðuni, at fólk halda als ikki at nakar tunnil skal gerast yvirhøvur.

 

Í kvøld halda stívliga 60 prosent av teimum, sum hava svarað, at Skálafjarðartunnilin skal als ikki gerast. 

 

Stívliga 30 prosent halda, at tað almenna skal gera Skálafjarðartunnilin, meðan bara góð 10 prosent taka undir við privata leistinum, ið landsstýrismaðurin í innlendismálum mælir til.

 

Higartil hava 1433 fólk sagt sína meining í quick poll kanningini her á in.fo.

 

Vit skulu gera vart við, at ein slík kanning ikki byggir á fakliga ástøðið, sum traditionellar veljarakanningar vanliga gera. Hon umboðar einans tey, ið sjálvi hava valt at siga sína hugsan í kanningini.

 

1. viðgerð av tunnilsuppskotunum var í løgtinginum í dag, og lógaruppskotini eru nú beind í nevnd. 

 

Her á síðuni tó framvegis til at siga sína hugsan um Skálafjarðartunniln. Tað gert tú ovast á breddanum á forsíðuni á in.fo – úrslitið SÆST HER