?Vit svíkja fullkomiliga føroysku kvinnurnar í løtuni. Eg kann ikki skilja, hvussu vit innan ríkisfelagsskapin hava ein bólk av kvinnum, sum verða noyddar at vera við barn, tá tær ikki ynskja tað, sigur framsøgumaðurin í javnstøðumálum hjá SF, Kamal Qureshi.
Átakið hjá fólkatingsliminum, Kamal Qureshi, og felagnum Kvindeligt Selskab hevur veruliga sett ferð á kjakið aftur um fosturtøku í Føroyum, og nú eru danskir politikarar farnir at gera vart við sína støðu í málinum.
Danska dagblaðið, Politiken, skrivar í dag, at danskir politikarar eru ójavnir á máli um Danmark eigur at leggja trýst á Føroyar í spurninginum um fría fosturtøku ella um danir skulu halda seg frá at leggja seg upp í føroysk viðurskifti.
Fólkatingslimurin hjá Radikala Vinstra, Naser Khader sigur við Politiken, at hann er samdur við Kamal Qureshi um at danir eiga at virka fyri, at fosturtøkulógin í Føroyum verður broytt.
?Eg vil ikki nýta orðið tvang, men vit eiga at nýta tey politisk amboð, vit hava. Men eg havi skilt, at vit hava ikki eina siðvenju fyri, at vit ikki blanda okkum í føroysk viðurskifti, sigur Naser Khader við Politiken.
Framsøgumaðurin hjá stjórnarflokkinum Vinstra í javnstøðumálum, Troels Lund Poulsen, heldur, at Danmark skal bert gera vart við seg um tað kemur eitt politiskt trýst úr Føroyum.
?Hvar gongur markið fyri, hvar vit kunnu blanda okkum, spyr Troels Lund Poulsen.
Haldið tykkum burtur
Politiken hevur eisini fingið orðið á Annitu á Fríðriksmørk, sum sigur seg stuðla fríari fosturtøku í Føroyum. Tjóðveldistingkvinnan slær kortini fast, at hon heldur, at danir ikki skulu blanda seg í føroysk viðurskifti.
?Eg haldi ikki, at onnur skulu gera av, hvussu okkara lóggáva skal vera, sigur Annita á Fríðriksmørk við Politiken.
´Føroyska lóggávan á fosturtøkuøkinum er ein gomul donsku lóg frá 1956 , og Politiken skrivar, at danski lógmálaráðharrin, Lene Espersen, hevur tí heimild í løtuni at broyta lógini, men hesum sýtti hon fyri góðum hálvum ári síðan, tá Naser Khader reisti spuringin á Fólkatingi.
Fakta:
Føroyar, Portugal, Spania, Kypris og Pólland loyva bert fosturtøku um lívið ella heilsan hjá mammuni ella banrinum er í vanda ella talan er um eina neyðtøku ella siðamisbrot
Hetta er eisini galdandi í Luksemburg. Kortini kunnu læknar í Luksemburg nokta at fremja fosturtøku. Av teirri orsøk fara fleiri kvinnur til Belgia ella Holland fyri at fáa fosturtøku
Írland loyvir bert fosturtøku, um lívið hjá mammuni er í vanda
Malta loyvir als ikki fosturtøku
Í Danmark varð fosturtøka lóglig í 1973. Hvørt ár verða millum 15.000 og 20.000 fosturtøkur framdar. Talið av fosturtøkum hevur verið fallandi seinnu árini
Kelda: Politiken