Úr Budapest og á Mølina

EB/Streyma venjarin ætlar at hansara skulu spæla fótbólt, og KÍ venjarin vónar, at góða avrikið í Budapest ikki verður koddi, men heldur nýggjur íblástur hjá hansara monnum

Upptakt

Europa Cup ferðin hjá KÍ hevur við sær, at dysturin hjá teimum ímóti EB/Streymi er útsettur inntil mánakvøldið.
Á heimaliðnum eru allir teir tøkir, sum spældu við í Runavík, og hjá KÍ eru allir teir tøkir, sum vóru við í Ungarn. Allan Joensen var ikki við í Budapest, og hann er leikbannaður hesa ferð.
Sjálvandi er tað munur á at spæla í summarveðri á stórum stadion í ungverska høvuðsstaðnum og so at spæla í heystarveðri á Mølini á Eiði. Tað kundi kanska hugsast, at mánakvøldið verður eingin luft eftir í ferðatroyttu klaksvíkingunum:
? Tað vóni eg sanniliga ikki. Vit hava ikki gjørt so nógv burturúr servenjingunum undan Europa Cup, sum vit hava gjørt onnur ár. Vit hava nýtt høvið at fáa samanhaldið og innanhýsis fatanina uppaftur betur, og tað hevur eydnast væl. Harafturat vísti dysturin hóskvøldið, at vit hava fleiri møguleikar. Bæði í spælskipan og tá tað snýr seg um at seta liðið saman. Tað er positivt, heldur Kurt Mørkøre, sum framvegis staðiliga undirstrikar, at teir ikki hugsa um meiri enn næsta dystin.
? Nú hugsa vit bara um dystin mánakvøldið. Um vit ikki vinna hann, so eru allir møguleikar fyri heiðursmerkjum og Europa Cup langt burtur.

Spæla fótbólt
Trygvi Mortensen, venjarin hjá EB/Streymi, hevur virðing fyri KÍ liðnum, men hann hevur ongar ætlanir um, at heimaliðið skal grava seg niður á Mølini:
? Tað er ikki okkara stílur. Síðsta sunnudag vóru vit í Runavík og royndu at spæla fótbólt. Tað hava vit gjørt ímóti øllum teimum stóru, og tað ætla vit aftur at gera mánakvøldið.
Trygvi Mortensen ásannar, at á liðnum hjá honum eru spælararnir ikki so tilkomnir og royndir, sum teir eru á fleiri av hinum liðunum:
? Tað er harmuligt, at vit hava mist so royndar spælarar sum Knút Vesturtún, Alfred Jacobsen, Esmar Eiðisgarð, Halltór Joensen og Dia Dahl. Onkrir eru skaddir, onkrir eru farnir til skips, og onkrir eru bara givnir. Tá royndir spælarar fella frá í so lítlum felag, so er smeiturin serliga meinur, sigur Trygvi Mortensen, sum heldur, at ungu menninir á liðnum hjá honum eru betri egnaðir at spæla fótbólt heldur enn at vera partur av liði, sum bara verjir og sparkar burtur.