Úr Connecticut í Abbastovu

Tórshavnar kommuna staðfestir á sínari heimasíðu, at granskarar kunnu búgva hvar sum helst. Eisini ber væl til at undirvísa næmingum í Connecticut on-line beinleiðis úr Abbastovu í Kaldbak.

Janus Vang er hálvur kaldbaksmaður og hálvur dani, uppvaksin í Danmark, útbúgvin í Connecticut í USA, har hann hitti Amandu, sum er ættað úr Alaska.

Bæði eru tey útbúgvin innan lívfrøði, Janus hevur ein phd innan biomedical science, og mest av øllum eru tey áhugað í gransking. So hví ikki koma til Føroya at arbeiða?

Tað lá væl fyri. Tey komu úr Connecticut beint í Abbastovu í Kaldbak, har tey leiga við tveimum smábørnum, sum dagliga eru á Flatnagarði, har Amanda hjálpir til av og á.

Og meðan Janus rennir Millum Fróðskaparsetur og Fiskaaling og aðrar og leitar eftir einum prosjekti ella arbeiði, so er einki til hindurs fyri, at Amanda undirvísir sjúkrasystranæmingum á St. Josephs University í Connecticut on-line úr Abbastovu í Kaldbak í toxicology, eiturevnafrøði!

Og so hava børnini eisini eina ommu í Kaldbak, sum eisini kann traðka til, tá Amanda undirvísir úr Abbastovu.

- So her er eitt gott dømi um, at altjóða gransking og undirvísing ikki longur er so staðbundin – teimum dámar sera væl umhvørvið í Føroyum, serliga Amandu, sum kemur úr Alaska og sær Kaldbak sum eina sera framkomna stórbygd í útjaðaranum á høvuðsstaðnum. Og Janus sjálvandi, hann kennir seg heima!, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.

Á myndini eru tey bæði saman við børnunum, ommuni og borgarstjóranum, Heðin Mortensen, sum heilsaði uppá tey á Flatnagarði í morgun.