Eldur í 50 tonsara
Leygarmorgunin klokkan hálvgum fýra fekk løgreglan boð um, at eldur var í maskinrúminum á trolbátinum Ólivant. Fólk høvdu sæð royk koma úr maskinrúminum, og høcdu tískil boðað løgregluni frá.
Sløkkiliðið kom skjótt á staðið og fekk sløkt eldin, men maskinrúmið á Ólivant fekk stóran skaða.
Hetta er aðru ferð innan stutta tíð, at eldur er í báti við bryggjuna í Klaksvík.
Fuku útav
Kambsdalur er tiltikin vindharður. Hetta merktu eisini bilførarar, ið koyrdu har á leið í gjáramorgunin. Tað fóru ikki minni enn 2 bilar út av vegnum á Kambsdali fyrrapartin í gjár. Bilarnir fuky harðliga út av vegnum, men tó var ikki talan um nakran fólkskaða.
Frá løgreglustøðini í Runavík verður sagt, at tann eini av førarunum hevði steðgað bilinum, tá hann sá eina hvirlu vera á veg. Men einki hjálpti at steðga bilinum. Hvirlan tók bilin og syfti hann útav.
Grindin slapp
Beint eftir døgurða sunnudagin varð grind funnin uttanfyri Syðradal. Bátar fóru út at fáa grindina til lands, men tá bátarnir vóru útkomnir, var eingin grind at síggja. Løgreglan í Vágum upplýsir, at tað var eitt sindur óslætt í sjónum, og var hetta helst orsøkin til, at eingin fekk eyga á aftur grindina.
Koyrdi á mann
Fríggjadagin førarin á einum trukki á bryggjuni í Lopra so óheppin, at hann kom at bakka á ein mann. Tann ákoyrdu maðurin varð fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús, har funnið varð út av, at maðurin hevur brotið beinið.
6 hundaeigarar bót
Undanfarnu viku var løgreglan í Havn úti og hugdi eftir leysum hundum. Úrslitið gjørdist, at 6 leysir hundar vórðu funnir. Eigararnir av hundunum fáa bót, fyri at lata teir ganga leysar.
Løgreglan sigur annars, at talið av leysum hundum ofta hevur verið hægri enn hesir 6, ið vórðu funnir á hesum sinni.
Alarmtelefonin verður misnýtt
Á Alarmsentralinum hava tey stórar trupulleikar av, at neyðtelefonin verður misnýtt. Tey siga hetta serliga vera galdandi um vikuskiftini, tá full fólk ringja við býttum viðmerkingum. Hetta er sera óheppi, tí neyðtænastan hevur bert 3 linjur, og tá fleiri fólk ringja at gera ónáðir, kann henda, at fólk, ið veruliga hava brúk fyri hjálp, ikki fáa boðað frá. Tískil verður heitt á fólk um at lata vera við at misnýta neyðtænastutelefonina.
Fleiri herverk
Løgreglan í Havn boðar frá fleiri herverkum um vikuskiftið. Millum annað varð ein rútur í blómuhandlinum við Áarvegin. Harafturat vórðu fimm rútar knústir í einari gravmiaskinu uppi í Havnardali, og eisini varð rúturin á einum bili knústur.
Løgreglan hevur ikki fingið fatur á nøkrum, ið hevur framt hesi herverk.
Einsini hevur løgreglan fingið onkrar fráboðanir um harðskap. Millum annað hevur ein maður, ið varð tveittur út úr Tórshøll, stútað duravørðin í høvdið, so at hesin fekk skaða í nøsina. Ein annar maður, ið varð tveittur út úr Club 20 fyri at hava havt rúsdrekka við inn, hevur verið á løgreglustøðini fyri at klaga um, at duravørðarnir hava verið ov harðligir við seg. Hesum ivast løgreglan tó í.
Knallertir koyra ov skjótt
Løgreglan hevur tikið nakrar knallartir inn á støðina, ið eru tunaðar, so at tær kunnu koyra skjótari enn loyvt er. Frá løgreglustøðini verður sagt, at nógvar knallertir koyra skjótari enn loyvt er.