Røddin avdúkaði

Við fleiri skurðviðgerðum hevði kolombiski rúsevnabarónurin Juan Carlos Ramirez Abadia broytt útsjónd, so hann var ikki til at kenna aftur. Seinasta týsdag bleiv hann kortini tikin, tá brasilska løgreglan kom fram á hann í einum ríkmannabýlingi beint uttan fyri stórbýin Sao Paulo. Aftan á handtøkuna greiddi løgreglan frá, at løgreglan kendi ikki Ramirwz Abadia aftur av útsjóndini, men at tað var røddin, sum hevði avdúkað hann, tá løgreglan hevði lurtað eftir telefon hansara.