Leif Láadal
... er frásøgufólk á Føroyskum Søgum. Leif Láadal slerdi bæði navn og rødd sína rimmar fasta í tilvitskuni hjá føroyingum í 80unum sum vertur í Poppredaktiónini í Útvarpi Føroya. Seinnu árini hevur Leif Láadal starvast sum bæði blaðfólk á Dimmalætting og Vinnuvitan, umframt at hann hevur starvast á tíðindadeildini hjá Útvarpi Føroya.
– Í sambandi við Føroyskar Søgur, var tað serliga stuttligt fyri meg at arbeiða saman við so professionellum fólkum og í einum tøkniliga so professionellum umhvøvi sum Nordisk Film, sigur Leif Láadal.
Marita Dalsgaard
... er kvinnuliga sitatrøddin á Føroyskum Søgum. Marita varð útbúgvin sjónleikari á sjónleikaraskúlan við leikhúsið í Odense í 2000. Síðan hevur hon spælt við í nógvum leikum bæði í Danmark og Føroyum.
– Tað var einastandandi spennandi og forkunnugt at sleppa at brúka móðurmálið til at leggja rødd til ein føroyskan film – tað hendir ikki á hvørjum degi. Talan er eisini um eina super verkætlan, tí tað er av alstórum týdningin at fáa savnað saman og varðveitt tað gamla filmstilfarið, áðrenn tað ferst, hugleiðir Marita Dalsgaard.
Olaf Heine Johannesen
… er mannliga sitatrøddin á Føroyskum Søgum. Olaf Johannesen varð útbúgvin sjónleikari á sjónleikaraskúlan við leikhúsið í Odense í 1985. Hann er uttan iva kendasti og mest virdi føroyski sjónleikari nakrantíð og hevur spælt á størstu pallum í Danmark og havt leiklutir í stórum sjónvarpsframleiðslum.
– Eg helt tað verða ómetaliga skeg at síggja tey gomlu filmklippini, ið vísa støð, eg havi hoyrt so nógv um, men ongantíð sjálvur upplivað, eitt nú hvalastøðina við Áir. Tað var sera áhugavert at sleppa at uppliva Føroyar sum stórhvalatjóð við mínum egnum eygum, heldur Olaf Johannesen.
Røddirnar á donsku útgávuni
av Føroyskum Søgum eiga:
Gorm Bull Sarning (frásøgufólk)
Pauline Rehné (kvinnu røddin)
Nikolaj Pors (mans røddin)