Ráðførsla í uttanlandsnevndini um flúgving í føroyskum lofthavið

Hergeir Nielsen

----------

 

Soleiðis sum málið er lýst, verður mælt frá at geva loyvi at flúgva í føroyskum loftrúmi og at lenda í Føroyum við skaðiligum farmi.

Hvør flúgving, fram er farin í farna ári, verður ikki upplýst, og hvussu vandamikil ella skaðiligur farmurin er, verður heldur ikki upplýst.

 

Vit fáa sostatt onga hóming av, um ætlaða flúgvingin er í samsvari við føroysk áhugamál ella ikki, og heldur onga hóming fáa vit av, hvør tilbúgving krevst, um veruligur vandi stendst av tí vandamikla farmi, ið møguliga fer at lenda í Føroyum.

Ísland og Noregi hava kastað saman um strategiska týdningin av lofthavinum í Norðurhøvum. Tað velduga føroyska loftrúmið gerst partur av hesi ætlan, men uttan føroyska luttøku, tí føroyskur sjálvsavgerðarrættur er tyrvdur undir donsku grundlógini og ”Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne.”

 

Upplýst er, at Ísland hevur ábyrgdina og umsitingina av lofthavinum yvir Føroyum, men hvørki á tingi ella á fólkaatingi fæst nakað at vita um, hvussu stór ferðslan er, ella hvørji gjøld verða tikin fyri at flúgva í føroyskum loftrúmi.

Uttanlandsnevndin er ikki er tikin upp á ráð í avhendingini av ábyrgd og umsiting av føroyska lofthavinum. Tað kennist tí heldur kollut at sama uttanlandsnevnd skal ráðgeva løgmanni um, hvør kann flúgva í einum lofthavi, sum danir hava avreitt íslendingum at umsita og bera ábyrgdina av.

Loftvegis flutningur og lending við vandamiklum evnum, píning av fangum og mannarættindi teirra eru ógvuliga viðkvom og nógv umrødd evni aðrastaðni í heiminum, har altjóðagerðin hevur flutt okkum munandi nærri hvør at øðrum.

Altjóða felagsskapir, harímillum Amnesty International, ST nevndin móti pining og ST serfrøðingar hava mælt til, at Guantánamo-legan á Kuba verður latin aftur. Kortini heldur hendan legan fram saman við øðrum legum av sama slagi, og fleiri og fleiri dømi um píning av sekum sum ósekum røkka við jøvnum millumbilum fjølmiðlunum kring allan heimin.

Nýggj lóggáva, sum beinleiðis er í stríð við altjóða mannarættindi, hevur millum annað við sær, at fangar kunnu sita lívstíð í amerikonskum varðhaldi uttan ákæru og uttan rætt til verju, har próvtilfar, sum er komið fram undir píning, verður nýtt.

Váttaði tíðindi frá FBI um píning av fangum í Guantanamo leguni, eru tengd at loftvegis flutningi av hesum fangum, og tá bendir nógv á, at vit møguliga standa hesum brotsverkum nærri enn gott er.

Vísandi til hesi brot á mannarættindini verður enn eina ferð mælt løgmanni til at krevja av donsku stjórnini, at hon virðir mannarættindini og undir ongum umstøðum loyvir flutningi í føroyskum lofthavi av fangum uttan rættartrygd.

Staðfest verður enn eina ferð, at eingi frambrot hava verið í føroyskum uttanríkis- og trygdarpolitiskum áhugamálum yvirhøvur.

 

Uttanríkispolitiska heimildarlógin gevur eina røð av bindingum, men ongar heimildir, og Fámjinsskjalið sæst als ongan týdning hava fingið yvirhøvur.

 

Nógva stásið, ið gjørt varð burtur úr Fámjinsskjalinum frá 29. mars 2005, ið skuldi tryggja Føroyum ektað innlit og veruliga ávirkan á uttanríkis- og trygdarpolitisk viðurskifti, sæst ikki vera vert tað pappír, tað er skrivað á.

Í løgtingsmáli nr. 70/2005 og nr. 14/2007, skeyt Tjóðveldi ma. upp, at føroyska lofthavið skuldi undir føroyska umsiting.

Vóru hesi mál samtykt, høvdu vit havt eina munandi sterkari tilgongd bæði til EFTA-felagsskapin, ECAA loftferðslumálið og til samlaða spurningin um loyvi til flúgving í føroyskum loftrúmi yivrhøvur.

Hóast løgtingið samtykti, at øll tiltøk mótvegis Irak skuldu góðkennast av ST, so endaðu bæði danir og føroyingar í einum borgarakríggið, sum løgtingið tók greiða frástøðu frá. Heldur ikki sæst løgtingið hava verið partur í rýmingini úr hesum kríggið, sum vit bera ábyrgd av, og sum framvegis herjar og drepur frá hond.

Flúgving í føroyskum lofthavi við hernaðarflogførum við vandamiklum evnum er helst tengt at hesum kríggið og øðrum ófriði kring heimin. Upplýst verður ikki, hvørji hesi vandamiklu evni eru, sum møguliga lenda í Føroyum, og føroysk tilbúgving stendur á berum í so máta.

Heldur ikki verður sagt eitt orð um flutning av fangum í føroyskum lofthavi.

Málið er stak illa lýst, og føroyingar umsita ikki tað, sum fer yvir høvdinum á teimum.

Hóast so er, so verður, vísandi til frammanfyri nevnda, enn eina ferð mælt løgmanni frá at geva loyvi til flúgving til ófrættakend endamál.

Harafturat eigur løgmaður at átala og krevja av dønum, at Føroyar móti føroyskum vilja ongantíð aftur gerast partur av skammiligum og óvirðiligum krígsherðindum aðrastaðni á knøttinum, og at føroyskt lofthav undir ongum umstøðum verður brúkt til tílík endamál aftur.

Tórshavn, tann 11. desember 2007