Landsstýrismaðurin við mentamálum tekur nú stig til ein nýtt slag av eftirliti og ráðgeving í sambandi við filmar, telduspøl, internet og parabolsjónvarp.
? Tíðin er so nógv broytt, at vit mugu endurskoða okkara Filmseftirlit, og kanska skulu vit fara meira frá eftirliti og til ráðgeving og vegleiðing, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður við mentamálum.
Hann fer í fyrsta umfari at taka ein fund við nevndina í Filmseftirlitinum, fyri at taka hana við upp á ráð.
? Vit hava onga lidna loysn klára, men vit fara nú undir eitt arbeiði, har málið er at gera tað, sum vit kunnu gera fyri at verja serliga børn og ungdóm ímóti harðskapsfilmum, porno og øðrum.
Innihaldið meira ógvusligt
Filmseftirlitið í Føroyum hevur meira enn einaferð hingið í einum klønum trái.
Onkur fyrrverandi landsstýrismaður við mentamálum mælti til at avtaka tað, tí tað var vónleyst at hava nakað veruligt eftirlit við filmum, sum tíðirnar eru blivnar við opnum interneti, parabolrásum og øðrum.
Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur aftur í ár viðgjørt játtanina, sum stendur til Filmseftirlitið á fíggjarlógaruppskotinum. Tær 345.000 krónurnar verða tó standandi, eftir at fíggjarnevndin hevur tosað við landsstýrismannin um hesa játtan, og hann hevur boðað frá, at hann fer at arbeiða fyri at broyta Filmseftirlitið.
? Innihaldið í telduspølum, videofilmum, parabolrásum og interneti hevur fingið nógva umrøðu í eitt nú samstarvinum millum norðurlendsku mentamálaráðharrarnar. Semja er um, at stórur tørvur er á ráðgeving og vegleiðing til foreldur, børn, ung og til skúlan, tí innihaldið í hesum miðlum gerst alt meira harðligt og ógvusligt og harvið beinleiðis skaðiligt fyri børn og ung, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður.
Ráðgeving heldur enn eftirlit
Jógvan á Lakjuni ætlar at varðveita lógina um filmseftirlit, men hann fer nú undir arbeiðið at broyta lógina.
? Tað er vónleyst at stýra og hava eftirlit við tí stóra floymi av telduspølum, videofilmum, parabolrásum og interneti, sum kemur inn yvir landið, men vit kunnu ikki geva upp fyri tað, sigur Jógvan á Lakjuni
Hann kundi hugsað sær, at lógin varð broytt soleiðis, at arbeiðið hjá Filmseftirlitinum ikki bara snúði seg um at hyggja eftir filmum og seta aldursmark á teir, men at talan eisini gjørdist um ráðgeving og vegleiðing fyri at minka um tey skaðiligu árinini av filmum og telduspølum.
? Nevndin í Filmseftirlitinum hevur nógvan kunnleika um hetta evni, og tí fari eg fyrst og fremst at tosa við tey um hetta. Hvussu vit skulu skipað eftirlitið frameftir, veit eg ikki, men tað skulu vit finna út av næstu tíðina, sigur landsstýrismaðurin.
? Vit skulu gera tað, sum vit kunnu fyri at hava eftirlit og fyri at ráðgeva og vegleiða um hetta, sigur hann.