Tað er ikki so at skilja, at Arbeiðsgevarafelagið er ónøgt við tað arbeiðið, sum Menningarstovan hevur gjørt higartil, heldur tvørturímóti.
Tá tað snýr seg um tann partin, sum er um útflutning og at stovna útflutningsráð, vænti eg,at tað verður gjørt meira við hetta, í nýggju skipanini enn Menningarstovan megnar í dag, sigur Jan Mortensen.
Arbeiðsbólkur stovnast
Ein arbeiðsbólkur skal setast, sum skal hava til uppgávu at fáa greiðu á, hvussu útflutningsráðið skal skipast, og hvussu tað skal loysa sínar uppgávur, og har fær Arbeiðsgevarafelagið eitt umboð.
Vit halda hinvegin, at ein stovnur, sum skal virka fyri og ráðgeva vinnuni, skal liggja so langt burtur frá tí almenna sum til ber.
TKstovan ráðgeving
Viðvíkjandi ráðgeving av virkjum, hevur landsstýrismaðurin sagt, at TK-Stovan, sum er politiskt óheftur stovnar, fíggjaður av danska statinum og Landsstýrinum, skal átaka sær tann ráðgevandi partin, sum Menningarstovan higartil hevur havt. Tað heldur Arbeiðsgevarafelagið vera góð loysn.
Síðani kundi tann vinnupolitiski parturin farð undir Vinnumálastýrið, sigur Jan Mortensen.
Tað hevur eisini verið ført fram frá Arbeiðsgevarafelagsins síðu, at skulu vit stuðla føroysku vinnuni, er tað ein góður háttur at stovna útflutningsráð.
Vit eru áhugaðir í, at uppgávur sum Menningarstovnurin higartil hevur røkt, ikki detta niður fyri, sigur Jan Mortensen og leggur aftrat, at Arbeiðsgevarafelagið annars ikki fer at leggja seg út í, hvussu tað almenna skipar seg.