Eftir Kaj Joensen, Føroyska Tíðindastovan
------
Á vesturbrúgv í Keypmannahavn, mitt í øllum meldrinum av fólki og bilum, veittrar føroyska flaggið. Har liggur Føroyahúsið, og í einum av hølunum húsast Ráðgevingin fyri Føroyingar í Danmark. Inni á skrivstovuni hava sita Ruth Dal Christiansen og Randi Johannesen og taka ímóti spurningum – teir koma bæði umvegis telefonina, teldupost og so tá fólk koma innar á lítlu skrivtovuni hjá Ráðgevingini: “Hvussu nógv skal eg gjalda í skatti; hvørji rættindi havi eg sum arbeiðsleysur; hvussu beri eg meg at tá eg verið send niður í sjúkraørindum?”
Í 30 ár hava Ruth Dal Christiansen og Randi Johannesen svarað spurningum og ráðgivið túsundtals føroyingum, búsitandi í Danmark. Tær báðar hava verið partur av stovninum frá byrjan, men nú er tíðin á arbeiðsmarknaðinum um at ganga undan. Næsta málið verður tí at savna alla vitanina saman; og geva hana víðari, áðrenn tær gevast.
“Tað er umráðandi at vitanin verður givin víðari til nýggj fólk og vit eru longu ígongd við at fyrireikingarnar,” sigur Randi Johannesen.
Byrjaðu sum sjalvbodnar
Søgan um Ráðgevingina byrjar seinast í 70´unum. Um hetta mundi eru Ruth og Randi undir útbúgving sum socialráðgevar. Lidnar við lesturin, byrja báðar at arbeiða á Ráðgevingini. Arbeiðið er sjálvboðið, so tað verður røkt omaná dagliga yrkið.
“Tørvurin á ráðgeving veksur støðugt fyrst í áttatiárinum”, fortelur Randi. Upprunaliga eru tað mest lesandi, sum hava fyrispurningar, men sum árini líða, leggjast alt meira sjúklingar og fastbúgvandi afturat. Tí verður farið undir at gera eina meira varandi loysn og úrslitið er ein sjálvsognarstovnur. Hann verður í dag rikin á føroysku fíggjarlógini.
Tað er 1. maj í 1984, at Randi verður sett sum fyrsta starvsfólkið; og trý ár seinni fær Ruth eisini fast starv á Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark.
Síðan tá hava tær báðar myndað stovnin, og sum árini eru gingin er hetta blivð hjartabarnið hjá Ruth og Randi.
“Hetta er spennandi, tí tað er so fjølbroytt starv,” sigur Ruth Dal Christiansen. Hon leggur afturat, at ein onnur orsøk til at hon hevur trivist væl, er, at hon og Randi hava bygt stovnin upp til tað hann er ídag.
“Vit hava havt ávirkan á hvørji virði stovnurin skuldi virka eftir, og vit hava verið við til at ment stovnin, so hann hevur verið í einari støðugari menning,” sigur Randi.
Brúk er fyri Ráðgevingini
Ráðgevingin viðgerð millum 1500 og 1800 mál um árið, og tað kann vera alt frá skattaviðurskiftum til sjúklingahjálp. Í endamálsorðingini hjá stovninum stendur, at stovnurin skal “...veita føroyingum í Danmark hjálp í socialum, persónligum og lestrarligum spurningum.”
Harafturat skal stovnurin reka upplýsandi arbeiði á nevndum økjum mótvegis einstaklingum og stovnum í Danmark og í Føroyum.
Við øðrum orðum: Ivast tú í nøkrum, so kann Ráðgevingin hjálpa tær. Men ber tað til? Randi fer at grína, tá hon verður spurd um tey kunnu svara øllum spurningum.
“Vit kunnu ikki vita alt,” sigur hon og heldur fram. “Tað er ikki altíð vit hava serkunnleikan , men vit kunnu vísa á hvagar tey skulu venda sær at fáa røttu hjálpina. Vit duga at tosa støðuna ígjøgnum og at fáa tey at raðfesta. Høvuðsendamálið er hjálpa fólki víðari,” sigur Randi.
Størstu málsøknini eru tey lesandi og sjúklingar sum koma úr Føroyum til Danmarkar. Ein dag um vikuna er eitt av starvsfólkunum á Ráðgevingini á føroyska sjúklingahotellinum í Keypmannahavn.
Ráðgevingin fær eina millión um árið á føroysku fíggjarlógini. Ein kundi freistast at spurt, hví peningur skal brúkast uppá at hjálpa føroyingum sum flyta til Danmarkar, tá danski staturin eisini hevur líknandi tilboð.
Randi vísir á, at fyrimunurin við Føroysku Ráðgevingini er, at hon virkar sum sambindingarlið millum Føroyar og Danmark. Hon heldur at føroyingar fáa langt frá ta hjálp teimum tørvar frá donskum mynduleikum.
“Danskir stovnar vita einki um Føroyar, lógir ella hvussu tað er, tá ein flytur ímillum. Á nógvum stovnum vita tey nóg illa at vit eru danskir ríkisborgarar,” sigur Randi.
Hjartabarnið skal gevast víðari
Líka síðan Ráðgevingin byrjaði í fyrru helvt av áttatiárinum, hevur stovnurin peningaliga stríðst fyri at yvirliva. Í fjør var um reppið at nevndin fyri stovnin gav skarvin yvir og snaraði lykilin um. Játtanin á fíggjarlógini fyri 2012 varð skorin við 100.000 krónum og tá eginpeningurin í 2012 varð um at vera uppi vegna undirskot á rakstrinum, sást ongin onnur loysn enn at stongja.
Men beint fyri jól bleiv Ráðgevingin bjargað. Løgtingið samtykti við einum broytingaruppskotið at játta 200.000 krónir.
“Vit vóru ógvuliga fegin um, at tað eydnaðist, og at vit kundu halda fram. Tað var sum at fáa eina stóra jólagávu,” sigur Randi.
Men tað vera ikki tær báðar sum framhaldandi fara at mynda stovnin. Randi hevur átta til tíggju ár eftir á arbeiðsmarknaðinum, men Ruth verður 65 ár í oktober og tá fer hon frá við eftirløn. Ruth og Randi eru byrjaðar at savna alla vitanina og royndirnar saman og skrivað mannagongdirnar niður, sum skal vera leiðbeining hjá starvsfólkunum.
Ruth sigur, at nú er hon klár at sleppa hjartabarninum. Hon ætlaði sær frá tá hon varð 60, men tíðin var ikki tann rætta. Nú er Ráðgevingin í góðum hondum og nú skulu yngri kreftir sleppa framat.
“Eg fari at brúka tíðina uppá ommubørnini og kolonihavan. Men eg fari at sakna Randi nógv og vænti eisini at eg fari at vitja á Ráðgevingini av og til,” sigur Ruth.