Ráðgevingin til føroyingar í Danmark heldur fram

Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmar skal ikki detta niðurfyri.

Tað heldur samgongan í Fíggjarnevndini.

Tískil er ætlanin, at játtanin til ráðgevingina skal hækka 200.000 krónur næsta ár, fyri at tað skal bera til at fíggja bundnar útreiðslur.

Játtanin til ráðgevingina varð skerd 100.000 krónur í ár og sostatt er hon 948.000 krónur í ár.

Fíggjarætlanin hjá ráðgevingini hevur víst hall í ár og eitt skifti varð tosað um at vandi var fyri, at hon dettur niðurfyri, tí skjótt er allur eginpeningurin burtur.

Andstøðan í Løgtinginum gjørdi nógv burtur úr vandanum fyri, at ráðgevingin dettur niðurfyri og nú ætlar samgongan at játta 200.000 krónur afturat til ráðgevingina.

Endamálið við Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark er at veita føroyingum í Danmark hjálp og vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum.

Endamálið er eisini at vera millumlið ímillum føroyingar í Danmark og myndugleikar og stovnar í Danmark og í Føroyum.

Ráðgevingin hevur tveir fastløntar sosialráðgevarar í starvi.

Virksemið hjá ráðgevingini heldur til í Føroyahúsinum í Keypmannahavn og á Sjúklingahotellinum Tórshavn.

Endamálið við ráðgevingini er eisini at hjálpa føroyskum sjúklingar í Danmark og at ráðgeva og vegleiða sjúklingar og teirra avvarðandi í sosialum og persónligum spurningum

Ráðgevingin er bæði fyri føroyingar, sum búgva í Danmark, føroyingar, sum eru í Danmark í lestrarørindum og sjúkraørindum, og føroyingar, sum ætla sær til Danmarkar.