Komu úr grøvini
Tað var fyrst í februar, at dreingirnir í SIC komu úr grøvini. Bólkurin hevði roynt seg í longri tíð í ár 2004, men misti vónina ímóti árinum 2005. Tað var tá, at nýtt blóð spreiddi seg inn at bólkinum. Tríggir nýggir limir stóðu klárir í venjingarhølinum hjá SIC í ART-hølinum í Havn.
Mikkjal, Eddie, Frans, Gudmar og Magnus løgdu síni talent saman í ein klump, sum gjørdist til eitt meistaraverk í føroyskari tónlist.
Heiðrast við gulli
SIC er ein av teimum bólkunum, sum heilt sikkurt skulu heiðrast. Bólkurin hevur seinasta árið havt so nógv at fáast við, at ein eyka kalendari mátti upp at hanga.
SIC í dag
Bólkurin hevur havt úr at gera seinastu tíðina við at gera vart við seg. Á tónleikaferðum kring knøttin og ótaldum konsertum kring alt landið, kom bólkurin inn í gerandisdagin hjá føroyingum. SIC er harðasti og villasti føroyski bólkurin til dato. Og hann gerst villari og villari. Síðstu vikurnar hevur dentur verið lagdur á samanspælið og tær smáu detaljurnar í ymsu løgunum.
Ár 2006 sá frískt út fyri bólkin. Teir løgdu út við at spæla á Europas Største Ungdoms Festival í Ålborg. Og síðani gekk leiðin inn í eitt tónleikastudio í Århus saman við leiðaranum av ART hølinum, Karl Anton Klein, sum var fyriskipari av túrinum hjá SIC í Danmark herfyri.
Meiningin við túrinum var sjálvandi at fáa SIC út um Føroyar og á eitt hægri støði. The next level.
SIC í studio
Tað var týsdagin 24. januar, at SIC saman við Karl Anton Klein, settu fótin inn í eitt undirgrunds-studio í Århus. Her skuldu teir verða í fýra dagar, har tað skuldi arbeiðast intensivt og seriøst við øllum teimum kreftum, ið sveima runt í einum SIC limi. Fimm løg vórðu innspæld við góðum vilja. 1. Reach Inside, 2. Done Pretending, 3. Rosegarden In Hell, 4. Rough og 5. I-One. Við teimum tungu guitar-riffunum hjá bæði Eddie og Frans og tann ófatiliga kraftin á bassinum hjá Gudmari, gerst skjótt greitt, at rúmið ristist og lampur og annað dettur niður og fær síðani nábúgvan at ringja 112.
Tann kraftin, sum er at finna í SIC, er reint sagt ikki til at forklára. Og tað at Magnus, Føroya dugnaligasti Heavy trummuleikari leggur sínar detalieraðu rytmir avtrat, ger, at ein missur følilsini í kroppinum og skramblar niður á jørðina. Hettar eru tónleikarar í topklassa, tá myrkrið tekur yvir, tó uttan at deprimera nakran rundan um seg. Tvørtur ímóti. Fólkið samlast og inspirerast av øllum teimum ymisku vibratiónunum, ið smitta av bæði tónleikinum og tónleikarunum.
Ein rødd úr framtíðini
Vokalirnar, ið leiða SIC upp á sítt síðsta trin, er ikki bara hvør sum helst. Mikkjal, sum hevur hevur fingið ræðið yvir Føroyum við sínari orkufullu rødd, hevur fingið størri makt enn løgtingsmaðurin og borgmeistarin. Og soleiðis er tað bara. Her í landinum er tað Mikkjal, sum stýrir. Men tit vita tað bara ikki.
Tá ið upptøkuhølið stendur klárt og Mikkjal kann syngja, rópa, skrála og tala, skal rúmið tømast og øll verða blakað av hel..... út. Mikkjal tekur við opnum ørmum ímóti dýru kondensator studio mikrofonini og letur alt sveima úr sálini.
Tað er nakað nýtt hvørjaferð. Orkan og følilsi tekur ein um háls. Mikkjal er stutt sagt úr framtíðini og langt uttanfyri okkara vitan. Hetta er ein óforklárað sag, sum nokk eisini blívur verandi soleiðis. Og eg trúgvi eiheldur, at vit føroyingar hava gott av at vita, hvar Mikkjal kemur frá, tí tað hevði menniskjakroppurin ikki klárað at liva við.
Ein ordans promo pakki
Meiningin við upptøkunum er í Århus er at hava møguleikan at geva nakað til spælistøð og plátueløg uttanlands. Og tað at vera nøgdur við produktið, sum verður latið fremmandum fólki. At tað ikki bara er ein vanlig keðilig upptøka, sum verður tveitt aftur í høvdið. Ein promo pakki, sum vekir fólk. Ein promo pakki, sum inspirerar fólk. Og ein promo pakki, sum var tað vert.
Promo arbeiði í Føroyum
Í Føroyum verður nógv promo arbeiði gjørt. Sum mest heimagjørt. Tað burdi verið ein bíligur máti at hjálpt ungum og eldri tónleikarum uppá. Har man t.d. hevði eitt hampuligani gott studio undir eygunum av fólki við forstandi. Og her skuldu bólkar komið og fingið gjørt bíligt og gott promo arbeiði.
Kr. 169,-
Tá ið fløgan hjá SIC einaferð kemur á hillarnar í 3aranum í SMS, kann eg forsiktiga siga, at eg hevði 100% givið tær 169,- føroysku krónurnar fyri eina fløgu frá 3aranum í SMS....... men annars.. nei.
(Stuðlað tiltakinum hava Mentunargrunnurin og Mentamálarráðið, Barnabati og Poul Michelsen.)