Órógv á flogferðsluni kostaði Atlantsflogi 8,5 milliónir í fjør.
Tað upplýsti Kaj Johannsensen, fráfarandi nevndarformaður í flogfelagnum, á aðalfundi í felagnum fríggjakvøldið.
Tað vóru serliga tvær hendingar, sum elvdi til fortreð hjá Atlantsflogi í fjør.
Eitt var, at hann legðist við tjúkkum mjørka í fleiri dagar á hásumri við teirri avleiðing, at ongin flogferðsla var í einar tríggjar, fýra dagar.
Hin hendingin var, tá ið nýggi loftbussurin fekk skaða undir lastin á flogvøllinum í Kastrup og mátti úr drift í tríggjar vikur.
Sjálvur skaðin kostaði eina slaka millión at gera aftur, men missurin av av útvega annað flogfar og leggja flúgvingina um, kostaði mangt slíkt og tað heftir felagið sjálvt fyri.
- Hetta var beint upp undir jól og tað setti serligar avbjóðingar til felagið, tí rættiliga stórt tal av ferðafólki skuldi heim til jóla.
Tilsamans kostaði hesar báðar hendingarnar felagnum yvir átta milliónir, segði Kaj Johannesen, sum her hevur frágreiðing. Vinstrumegin hann situr Ingi S. Joensen, sum er starvsfólkaumboð í nevndini. Beint høgrumegin hann situr Magni Arge, stjóri og ytst høgrumegin er tað Tezz Tordsdóttir, Ohlsson, nevndarlimur.
Annars uplýsti Magni Arge teir skaðar, sum kosta flogfeløgum kring heimin mest, eru skaðar, sum flogfør fáa ímeðan tey verða avgreidd á flogvøllum.
- Tilsamans kosta slíkir skaðar flogfeløgum um allan heimin yvir 50 milliardir krónur um árið, segði stjórin í Atlantsflogi.