Hugskotið um ein depil ella eitt sentur fyri miðnámsútbúgvingar í Marknagili kom í tøkum tíma. Undir undanfarnu samgongu varð gjørd ein ætlan um broytingar í miðnámsskúlaøkinum. Hesar broytinmgar eru bæði innihaldsligar og bygnaðarligar og óneyðugt er at siga, at hesar broytingar vóru hart tiltrongdar. Ein fortreytin fyri hesum broytingum var, at tað bar til at samskipa hesar útbúgvingar á einum og sama staði. Tíverri var ikki politisk semja í undanfarnu samgongu um, at eisini skúlin í Hoydølum skuldi gerast partur av ætlaða deplinum. Hetta var ein álvarsamur veikleiki við tí fyrru marknagilsætlanini. Men so kom vend í við tað, at sitandi samgonga megnaði at skapa semju um eina broytta marknagilsætlan, sum eisini fevndi um skúlan í Hoydølum. Henda avgerð var avgjørt ein styrki fyri verkætlanina og fyri alt miðnámskúlaøkið.
Verkætlanin í Marknagili er góð, tí hon fevnir um so nógvar møguleikar fyri rationaliseringum, felags rakstri og samlestri tvørtur um skúlaformar og faklig mørk. Hesin leistur hevur í mong ár verið kendur í okkara grannalondum og har royndur við góðum úrslitum. Hartil kemur so hetta, at okkara umskipaða og nútímansgjørda universitet jú eigur stórt grundøki oman fyri Marknagilsvegin. Tað er upplagt at samskipa partar av virksemi, hentleikum, útgerð og verkløgum. Stovnarnir kunnu bindast saman við tunnli undir Marknagilsvegnum og kunnu so eitt nú hava felags matstovur, teld, høli til kreativu kærugreinirnar, ítrótt o.m.a.
Marknagilsætlanin krevur, at allir partar skulu hugsa øðrvísi og læra at leggja niður gomul mørk og gamlar vanar. Men er ikki júst hetta ein fortreytin fyri, at miðnámsskúlarir og hægru útbúgvingarnar skulu megna at hevja seg upp á hægsta altjóða støði, soleiðis sum sett er út í kortið við Visjón 2015? Tað er tí sera harmiligt og ikki sørt vandamikið, at ivi nú tekur seg upp um marknagilsætlanina,og almenningurin eigur at fáa at vita, hvør ið hevur skapt hendan ivan. Tíðindini í gjár um, at stór ósemja hevur tikið seg upp millum teknisku skúlarnar um býtið av útbúgvingartilboðum, boðaðu ikki frá góðum. Hvat er hetta fyri nakað? Hví skal Mentamálaráðið gera av, hvørji tilboð eru hvar? Er hetta ikki at gera seg inn á sjálvræðið hjá sjálvsognarstovnunum? Mentamálaráðharrin varð spurd um hetta mál, men hon svaraði ikki teimum mest áhugaverdu spurningunum, og ongin gjørdist klókari av hennara svari. Býráðsformaðurin í Tórshavn var rísin og minti á fortreytirnar fyri, at Mentamálaráðið fekk grundøkið frá Tekniska skúla í Havn. Tað tykist sum marknagilsætlanin hongur í einum klønum tráð og almenningurin fær einki at vita, uttan so at onkur reisir málið á tingi. Hetta er eitt álvarsamt mál, og alt eigur at koma á borðið skum skjótast.